Eldur í hjá Bakkafrost í morgun

Tíðliga í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í virkinum á Glyvrum hjá Bakkafrosti. Brandliðið fór á staðið, men til alla lukku var eldurin ikki so álvarsamur, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.


 

 

Brandbilar fóru á staðið beinan vegin, og tað vísti seg, at orsøkin til eldin var, at feitt hevði lagt seg í rør, sum síðani vóru blivin ov heit. Eldur var í í 26 minuttir, áðrenn sløkkiliðsfólkini megnaðu at basa eldinum.


 

 

Vakthavandi sigur, at rørini vórðu ikki reinsað nóg væl, men somuleiðis verður sagt, at eingin mannagongd er um reinsing av hesum rørum, tí er ikki talan um, at onkur hevur misrøkt sína uppgávu á virkinum.