Eldur hevur verið í trolaranum, Slættaberg, í Klaksvík í kvøld.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, var nógvur eldur at síggja gjøgnum brúgvarútarnar.
Sum skilst, er eldurin nú sløktur.
Hví eldur kom í skipið, er í løtuni ógreitt, men hetta fara vit helst at hoyra meira um seinni.
Tað hevur verið nevnt, at Slættaberg skal seljast av landinum sum gamalt jarn.
##med2##