Um hálvgum níggjutíðina í morgun varð boðað frá eldi í Heinesens húsum í Havn. Nógv bendir á, at eldurin er ásettur
Tað hendi kortini ikki stórvegis skaði. Eldur var í tveimum støðum í kjallaranum, har eldur var í pappeskum. Onkur hevði sæð royk úr húsunum og boðaði frá. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og bæsti eldinum.
Eldur gjørdi ikki skaða, men nógvur roykur var í húsunum. Løgreglan skal nú gera kanningar í málinum.









