Heimsins best kenda seglskip, tað enska ?Cutty Sark?, stendur í ljósum loga í morgun. Eldurin kyknaði klokkan hálvgum sjey. Hann breiddi seg skjótt, og løgreglan í London sigur, at tað ber neyvan til at bjarga skipinum.
?Cutty Sark? stendur í einari turrdokk í London, og myndugleikarnir hava avbyrgt eitt stórt øki rundan um dokkina.
?Cutty Sark? var eina ferð heimsins skjótasta seglskip. Skipið varð smíðað í Skotlandi síðst í 1860´unum og hevur staðið í turrdokkini í London síðani 1954.










