Sumbingar fingur ein størri hvøkk fríggjakvøldið, tá knappliga sást nógvur roykur úr einum húsum, miðskeiðis í bygdini, beint uttanfyri samkomuhúsinum. Fólk í bygdini boðaðu beinanvegin frá nógva roykinum, og boð vóru send eftir sløkkiliðnum. Talan er um eini gomul hús, sum vórðu bygd fyrst í 20. øld, og húsini fingu stóran skaða av eldinum.
Sløkkiliðið kom á staðið stutt eftir fráboðanina, og fingu sløkt eldin áðrenn húsini brendu í grund, men løgreglan upplýsir at nakað fitt av eld og roykskaða var.
Ein maður, sum býr í húsinum, varð stutt undan farin út úr húsinum, og eingin mannskaði stóðst av eldinum.
Fyribilskanningar vísa, at eldurin kyknaði í køkinum, men enn er orsøkin ikki staðfest. Brandkøn fólk eru farin úr Havn til Suðuroyar í morgun, til tess at fáa staðfest orsøkina til at eldurin kyknaði.