Eldur í háhúsi kravt átta mannalív

Í minsta lagi átta fólk eru deyð og 50 særd, eftir at eldu kom í eini háhús í Shanghai. Eldur kom í nátt í eitt 30 hæaddir háhús í Shanghai, og tað tók sløkkiliðnum fimm tímar at fáa tamarhald á eldinum.

Í minsta lagi átta fólk eru deyð, og tíðindi siga, at í minsta lagi 50 onnur hava fingið skaða.

Tjúkkur roykur stóðst av eldinum, sum sást um stórar partar av býnum.

Fleiri enn 90 fólk vórðu bjargað, fleiri teirra av takinum, har tey vórðu tikin upp av tyrlum.

Háhúsið er ein íbúðarbygningur við út móti 500 íbúðum. Eisini íbúgvar í grannahúsum vórðu flutt burtur, og streymurin varð avbrotin, skriva donsk bløð.