Eldur í flogfari í Moskva

Summir miðlar siga, at 10 ferðafólk hava fingið skaða. Aðrir siga, at 10 ferðafólk hava latið lív.

 

 

Ógvusligar myndir úr Moskva vísa, at eitt ferðafólkaflogfar stendur í ljósum loða í altjóða lufthavnini í Moskva. Sambært fleiri russiskum tíðindamiðlum vóru millum 70 og 80 ferðafólk í flogfarinum, sum sigst vera eitt Aeroflot-flogfar av slagnum Sukhoi Superjet-100.

Myndir og filmsbrot av flogvøllinum Sjeremetjevo, sum sóust stutt eftir fráboðanina, vísa stóran eld og svartan royk frá flogfarinum. Sagt hevur verið, at øll ferðafólkini eru sloppin úr flogfarinum, men fráboðanirnar eru ymiskar.

Ria Novosti veit at siga, at fimm fólk hava fingið skaða, men tíðindastovan Tass sigur, at talan er um tíggju fólk. Russiska blaðið Izvestija endurgevur keldur sum siga, at 10 fólk hava latið lív. Men, hetta hava myndugleikarnir ikki vátta.

Sambært tíðindastovuni Interfax er talan um eitt ferðafólkaflogfar, sum skuldi til Murmansk, men sum noyddist at venda aftur til Moskva, tí eldur var í. Sagt verður eisini, at flogfarið hevði eina harða lending í Moskva.