Eldur í flogfari

Minst 46 fólk fingu skaða, tá eldur kom í eitt iranskt flogfar á flogvøllinum uttan fyri býin Mashhad í gjárkvøldið. Iransku myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði har afturi á flogfarinum, júst sum tað hevði sett seg.

157 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Tupolev 154. Manningin taldi 13.

Iranska sjónvarpið sigur frá einum embætismanni, at flogfarið fór út av breytini, tá tað setti seg, og at afturendin brotnaði og datt av flogfarinum. Aðrar keldur siga við sjónvarpið, at flogfarið neyðlendi, tí ein ferðamaður var vorðin sjúkur.