Eldur í fjósi

Stutt eftir middag fekk løgreglan fráboðan um eld á Nesi.

Stutt eftir middag í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í fjósi á Nesi. 

 

Sløkkiliðsfólk vóru á staðnum stutt eftir og innan 30 minuttir var eldurin sløktur. 

 

Løgreglan ger framvegis kanningar av brandinum, men helst er orsøkin 

 

 

fráboðan 12.20 – eldur í, rýkur í takinum. orsaka av, at maðurin hevði kynt í brenniovnin í morgun, og at skorsteinurin varð blivin so heitur, at hann festi í.

 

Fjósið hevur vanliga seyð í kjallaranum og verkstað uppi á, men eingi fólk ella dýr vóru i húsunum, tá ið hendingin fór fram. 

 

Nakað av materiellum skaða stóðst tó av brandinum, og eldurin hevur brent upp ígjøgnum takið.