Eldur í ferðamannaskipi í Stókkhólmi

Tað kom seinnapartin eldur í eitt ferðamannaskip uttanfyri Stókkhólm. Ferjan hevur pláss fyri 1700 ferðafólkum, ikki er greitt, hvussu nógv vóru umborð, skrivar NRK.

Sjónarvitnir sóu fólk loypa fyri borð, tá ið eldávaringarnar fóru í gongd. Løgreglan fekk boðini um eldin kl. 14:48 lokala tíð.

Tvey ferðafólk eru farin á sjúkrahús við roykskaða, men tað er ikki greitt, hvussu støðan er hjá teimum báðum.

Sambært svensku løgregluni er eldurin sløktur nú. Løgreglan dugir enn ikki at siga, hvar eldurin kyknaði.

Skipið «Zenith» er skráðsett á Malta.