Fríggjadagin kom eldur í kirkjuna Wasilla Bible Church í býnum Wasilla í amerikanska statinum Alaska. Mansskaði var eingin, men kirkjan fekk rættiliga stóran skaða.
Sløkkiliðið í Wasilla sigur eldin vera heldur illgrunasaman, og sambært sløkkileiðaranum, James Steele, at tað er ikki óhugsandi, at eldurin er ásettur.
Tað, sum hevur vakt ans, er, at republikanska varaforsetavalevnið Sarah Palin gongur vanliga í kirkju í Wasilla Bible Church. Leygardagin var Sarah Palin í kirkjuni og bað prestin um umbering, um tað skuldi víst seg, at eldurin hevður nakað við hennara uppstilling at gera.










