Eldur í Eirargarði

Eldur kom í nøkur reingerðaramboð í einum av bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum í Eirargarði. Eldurin varð skjótt sløktur

í gjárkvøldið - týskvøldið - vóru boð eftir løgregluni og sløkkiliðnum á Eirargarði í Havn, har Landssjúkrahúsið fyri tað nógva heldur til.
Í tí eina av bygningunum, har Ergoterapiin heldur til, var eldur kyknaður, og nógvur roykur var at síggja.
Talan var kortini ikki um nakran stóran eld. Sløkkiðliðið nýtti ein eldsløkkjara á staðnum til at sløkkja eldin. Fráboðan kom kl. 20.55, og eldurin varð sløktur stutt eftir, at sløkkiliðið var komið á staðið.
Mett verður, at orsøkin til eldin er, at onkur hevur verið áansin við einari sigarett. Rúmið, har eldurrin kyknaði, verður nýtt sum roykirúm, og har standa eisini ymisk amboð til reingerðararbeiði. Eldurin er kyknaður millum nøkur reingerðaramboð, men hann megnaði ikki at breiða seg nakað stórvegis.
Sjálvt roykirúmið fór illa av eldinum, og onnur rúm á somu hædd fingu roykskaða, men eingin mannaskaði stóðst av eldinum.
Tað snýr seg altso um at ansa sær, tá sleppast skal av við sigarettina.