Eldur í eimhettu

.

Sunnudagin fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum húsum við Villingardalsvegin. Men tíbertur var talan ikki um nakran álvarsaman eld.

Eldur var komin í eina grýtu við feitti, og hevði eldurin fest í eimhettuna. Eldurin varð skjótt sløktur, og húsini sluppu við lítlum roykskaða og nøkrum brendum skápshurðum.