Um 23 tíðina í gjárkvøldið var skøkkiliðið í Gøtu boðsent, tí eldur var í einum gomlum bygningi, sum hevur verið brúktur til egningarskúr og goymslu
Um 23 tíðina í gjárkvøldið eldur í ein gamlan bygning í Syðrugøtu. Bygningurin var nýttur sum egningarskúrur og goymsla. Eftir øllum at døma er ein stórur partur av tí, sum inni var, farið uppí royk.
Kokkan 05 í morgun kyknaði eldurin aftur, men fólk frá sløkkiliðnum fingu skjótt bast eldinum.
Úr Syðrugøtu verður sagt, at nakrir ungir dreingir vóru óførir at hjálpa til.