Eldur í Costa-ferðamannaskipi

Bara seks vikur aftan á vanlukkuna við Costa Concordia er aftur eitt skip hjá italska reiðarínum umrøðuevni í fjølmiðlunum.

Hesaferð snýr tað seg um skipið Costa Alegra. Italsku myndugleikarnir siga, at eldur kom í skipið, tá tað var statt einar 230 fjórðingar úr Seychellunum í Indiska Havinum. Tað eydnaðist kortini manningini at sløkkja eldin, og sambært myndugleikunum fekk eingin skaða.

Italska sjóverjan sigur fyri týsku tíðindastovuni DPA, at 1.049 ferðafólk eru umborð á Costa Alegra.