Eldur í bussi kravdi 41 mannalív

Í minsta lagi 41 fólk doyðu, tá eldur kom í ein sokallaðan sovibuss í Henan-landspartinum miðskeiðis í Kina í nátt. Bara fimm ella seks sluppu við lívinum. Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at bussførarin er millum teirra, sum sluppu livandi frá vanlukkuni.

Myndugleikarnir siga, at 47 fólk vóru í businum, sjálvt um bussurin bara hevði koyggjur til 35 fólk. Sjónvarpsstøðin CCTV sigur frá sínum keldum, at bussurin hevði eisini vandamiklan farm, men sjónvarpið sigur einki um, hvat fyri farm talan var um. Myndir hjá sjónvarpinum vísa, at bussurin kolaðist upp.

Hagtølini hjá kinesisku løgregluni vísa, at í 2009 doyðu næstan 70.000 fólk í ferðsluvanlukkum í Kina.