Viðareiði: Seinnapartin mikudagin kom eldur í ein av bláu bussunum hjá Bygdaleiðum.
Bussurin var júst komin til Viðareiðis, tá førarin gjørdist varugur við, at eldur var í motorinum.
? Eg veit ikki, hví eldur kom í. Helst hevur onkur leki verið í motorinum, tí olja var á vegnum aftan fyri bussin, sigur Olivar Askham, sum koyrdi bussin.
Sløkti við skúmi
Eingi ferðafólk var í bussinum, tá eldur kom í.
? Eg fór út við einum eldsløkkjara og sprændi pulvur inn í motorrúmið. Síðani lat eg motorlúkuna aftur, og tað vísti seg at verða nóg mikið til at sløkkja eldin, greiðir Olivar frá.
Helst hevur onkur eksplosión verið í motorinum, tí lutir frá motorinum lógu á vegnum.
Spulaðu vegin
Sløkkiliðið í Klaksvík varð boðsent, og tríggir bilar hjá sløkkiliðnum fóru avstað nakað fyri klokkan 14.00.
Tá sløkkiliðið kom á staðið var eldurin sløktur.
Sløkkiliðið spulaði tó vegin, tí nakað av olju var likið úr motorinum, og tað kundi verða til vanda fyri ferðsluna.
Sýna skaðan
Bussurin, sum eldur kom í, er ein Scania 112, sum hevur 14 ár og næstan 900.000 kilometrar á baki.
Seinnapartin mikudagin varð skaðin sýnaður fyri at fáa greiði á, um bussurin skuldi gerast í stand aftur, og hvussu nógv hetta fór at kosta.
Fyribils niðurstøðan er, at bussurin verður gjørdur aftur. Neyðugt verður at skifta motorin og gera aðrar umvælingar, og tað fer at taka nakrar vikur.
Skúlabørn ferðast
Strandferðslan fór beinanvegin mikudagin í holt við at finna onkra fyribils loysn á trupulleikunum.
Tað eru serliga skúlabørn, sum brúka farleiðina av Viðareiði og til Klaksvíkar.
Um morgnarnar og eftir skúlatíð eru eini 30 skúlabørn, sum vanliga ferðast við bussinum, og tí eru tað serliga tey, sum hava tørv á eini skjótari loysn.