Klokkan hálvgum níggju í morgun kom eldur í ein oljuboripall 120 míl í ein útnyrðing úr Hetlandi. Higartil eru 90 av 159 arbeiðarum á pallinum bjargaðir Sjey tyrlur úr Onglandi og Noregi royna í løtuni at fáa tamarhald á eldinum umborð á boripallinum Thistle Alpha, sum liggur 120 míl í ein útnyrðing úr Hetlandi. Eldurin breiddi seg um hálvgum níggju tíðina í morgun, og bjargingarlið vóru skjót á staðið. Nógvi vindurin á staðnum darvar tó bjargingararbeiðinum, og higartil eru 90 av teimum 159 arbeiðarunum umborð bjargaðir, og fluttir umborð á nærliggjandi boripallar.
Enn veit eingin orsøkina til eldin. Tað er svenska felagið Lundin Petroleum, ið rekur boriarbeiðið umborð á pallinum.