Eldur í bilhúsi í gjár

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur dagurin og náttin í gjár verið friðarlig, sum heild.

 

Tó var ein eldur í einum bilhúsi í Hvannasundi í gjár.

 

Eigarin varnaðist royk koma úr garasjuni og boðaði frá. Tíbetur var tað varnast so tíðiliga, at eldurin bleiv sløktur, áðrenn umfatandi skaði stóðst burturúr.

 

Orsøkin til eldin tykist verða eitt skammlop í eini ramagnsdós. Kanningar verða gjørdar í dag fyri neyvt at kunna staðfesta orsøkina.