Nýggjársmorgun fekk politiið í Havn fráboðan um ein eldsbruna í einum bilhúsum úti í Svanga. Eldurin er helst kyknaður av eini sigarett ella einum kertuljósi, verður upplýst av politistøðini í Havn. Skjótt gekk at sløkkja og hvørki fólkaskaði ella stórur skaði annars stóðst burturúr eldsbrunanum.











