Eldur í barnaheiminum hjá NLAI í Nakuru í Kenja

Nógvir føroyingar stuðla barnaheiminum hjá NLAI í Nakuru, Kenja.

Heilt nógvir føroyingar stuðla arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum New Life Africa International í Nakuru í Kenja, og ikki so fáir hava verið og vitjað barnaheimið og heilsa upp á børnini, sum tey eru faddrar at.

 

Týsdagin var barnaheimið tó fyri eini syrgiligari hending, tá eldur kom í ovastu hæddina, sum er sovisalurin hjá dreingjunum á barnaheiminum.

 

Leif Madsen, sum rekur hjálparfelagsskapin saman við konuni Susanne, sigur, at tvær smágentur á barnaheiminum høvdu snýkt seg upp í sovisalin einsamallar. Har høvdu tey sett seg at spæla við nakrar svávulpinnar og úrslitið var, at eldur kom í madrassurnar.

- Hetta elvdi til at eldur kom í loftið og taksperrurnar, og sólhitaskipanin bleiv eisini oyðiløgd. Allir 20 dreingirnir, sum plaga at sova í sovisalinum, mistu øll teirra ting, klæðir, skógvar, seingir og annað, og allar teirra persónligu ognir brendu, skrivar hann á Facebook-vanganum hjá New Life Africa International.

 

Hann sigur, at sløkkiliðið kom skjótt á staðið og størstu dreingirnir og tey vaksnu á barnaheiminum hjálptu teimum at sløkkja eldin, áðrenn hann náddi at breiða seg.

- Vit eru sera takksom um, at eingin fekk mein, men er sjálvandi kedd um stóra skaðan, sum eldurin hevur elvt til, skrivar hann.

 

Leif Madsen sigur, at nú er ein fyribils loysnin funnin, men hann vónar og biðjur um at fólk fara at hjálpa til við fíggjarligu útreiðslunum, so at tað verður gjørligt at nýta húsið aftur.