Um miðdagsleitið varð boðað frá eldi í barnagarðinum á Hamrinum á Argjum.
Eldur var komin í eina pappeskju, sum stóð á einum komfýri, sum onkusvegna varð tendraður, helst av óvart.
Hans David Hansen, átaksleiðari í Tórshavnar Sløkkiliðið, sigur, at tað var ongantíð vandi á ferð, tí ongi børn vóru inni í stovuni, har eldurin kyknaði.
Tað var ávaringarskipanin á stovninum, sum boðaði frá eldinum og Hans David Hansen sigur, at tá ið ávaringin fór ígongd, bar starvsfólkið seg at sum eftir bókini og gjørdu eitt gott arbeiði.
- Tey fingu børnini í barnagarðinum yvir í skúlan beint við síðurnar av. Samstundis hava tey útgerð at sløkkja við, so tey kláraðu sjálvi at sløkkja eldin.
- Tá ið vit komu á staðið var ikki annað hjá okkum at gera enn at fáa fríska luft inn, sigur átaksleiðarin.
Eitt sindur av skaða er hendur rundanum komfýrin og av tí, at pulvursløkkjari er brúktur, er eisini eitt sindur av upptaki.
Myndirnar tók Birgir Waag Høgnesen










