Fýra fólk doyðu, og 28 fingu skaða, tá eldur kom í eina ballón við lokalum og útlendskum ferðafólkum í Slovenia í dag. Løgreglan sigur, at seks børn eru millum teirra, sum fingu skaða.
Vanlukkan hendi sunnan fyri høvuðsstaðin Ljubljana í morgun. Tað ljóðar, at manningin bað um loyvi at lenda eitt korter, áðrenn eldur kom í ballónina, men hesi tíðindini vil løgreglan ikki vátta.
Tað er rættiliga vanligt í Slovenia, at ferðafólk flúgva við stórum ballónum uppi yvir høvuðsstaðnum, tá veðrið er til vildar. Summar keldur siga, at tað var kanska í so nógvur vindur í morgun, men løgreglan sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hví eldur kom í ballónina.