Eldur av skammlopi


 

Seinnapartin sunnudagin 23. desember varð boðað frá einum eldsbruna í einum húsum undir Gráasteini í Havn. Hetta er tann parturin av Landavegnum, ið liggur uttanfyri ringvegin.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eldurin stóðst av einum skammlopi í einum sjónvarpi.

Ein eldri kvinna búði í húsunum, og hon var einsamøll inni, tá eldurin kyknaði. Ein ommusonur hennara fekk hana út úr húsunum í øllum góðum.

Øll miðhæddin í húsinum er illa farin av eldi.