Gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum neysti undir Heygnum á Tvøroyri, og boð vórðu send eftir sløkkiliðnum.
Har var ikki annað á vási enn, at nakrir smádreingir spældu í neystinum, sum børn ofta gera.
Ein gamlan stól høvdu teir drigið inn í neystið, og av onkrari orsøk var eldur komin í stólin.
Neystið fekk ongan skaða.