Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið varð boðað frá eldi beint við skótahúsið í Leirvík.
Eldur var í eini reskspann, sum stóð upp at húsinum, og login var farin upp eftir klædninginum.
Við húsið lá ymist fýrverk.
Grannar hjá skótahúsinum høvdu sæð nakrar smádreingir har á leiðini, og hildið verður tí, at smádreingirnir hava spælt við eld og fýrverk. Hetta er tó ikki prógvað.










