Løgreglan í Brasil sigur nú, at meiri enn 245 fólk doyðu, tá eldur kom í ein náttklubba býnum Santa Maria í nátt.
Fjølmiðlarnir siga, at millum 1.000 og 2.000 ungfólk vóru í hølunum, og at har var bara ein neyðútgongd.
Sum skilst var tað fýrverk, sum festi eld í bjálvingarevnið uppi undir loftinum, haðani breiddi seg ógvuliga skjótt.
Seinnapartin eydnaðist tað sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, og um somu tíð fór løgreglan undir at eyðmerkja tey deyðu.
Brasilski forsetin, Dilma Rousseff, var á vitjan í Kili, men breyt vitjanina av og koma heim aftur í dag.