Sløkkiliðið var í dag boðsent út til rossafjósini við Norðasta Horn at sløkkja ein eldsbruna í einum lastbili.
Talan var um ein gamlan lastbil, ið hevur staðið við fjósini í eina tíð. Lastbilurin stóð burtur frá fjósinum, so eingin vandi var tí fyri, at eldurin skuldi breiða seg til fjósini ella aðrar bygningar
Sambært vakthavandi á brandstøðini í Havn er enn óvist, hví eldur kom í lastbilin.










