Eldsbruni í Vágatunnilinum

Mánakvøldið noyddust arbeiðsfólk at rýma úr undirsjóvartunlinum Vágamegin, tí eldur var í einum spennisbroytli 800 metrar inni. Eldurin varð tó skjótt sløktur og fólk vóru aldri veruliga í vanda

 

Bæði sløkkiliðið í Sørvági og sløkkiliðið í Miðvági vórðu boðsend, tá arbeiðsfólk Vágamegin í undirsjóvartunlinum varnaðust, at eldur var komin í ein spennisbroytil (transformator) 800 metrar inni í tunlinum.

 

Tá eldurin kyknaði arbeiddu fólk heilt inni á botni í tunlinum Vágamegin og vóru sostatt innan fyri eldin. Men kortini var aldri nakar serligur vandi fyri, at fólk komu til skaða.

 

Mennirnir, sum arbeiddu heilt inni á botni í tunlinum, sluppu sær beinan vegin út úr tunlinum við bili, tá teir varnaðust nógva roykin.

 

 

 

Køvdu eldin

 

Felagið NCC, sum hevur áttikið sær uppgávuna at gera Vágatunnilin, hevur heilt neyvar fyriskriftir, hvussu berast skal at, um eldur kyknar í tunlinum. Teir sløktu beinan vegin súrevnisveitingina inn í tunnilin, so eldurin ikki fekk nørt seg, og ringdu beinan vegin eftir sløkkiliðunum fyri at tryggja sær, at eldurin bleiv sløktur.

 

Sløkkiliðini úr Sørvági og Miðvági komu beinan vegin til tunnilin, men tá tey komu innar, var eldurin longu køvdur. Tó var framvegis nógvur roykur inni í tunlinum. Og tískil varð útluftingarskipanin sett í gongd aftur, tá sløkkiliðini høvdu tryggja sær, at eldurin ikki fór at kykna aftur.

 

 

 

Neyðútgerð er í tunlinum

 

Sambært Svein Kristiansen, arbeiðsformanni hjá NCC, høvdu arbeiðsfólkini inni í tunlinum mánakvøldið verið rímiliga trygg, sjálvt um tey ikki sluppu út meðan eldur var í.

 

? Vit hava sokallaðar bjargingarbyngjur standandi inni í tunlinum, har arbeiðsfólkini kunnu fara, um eldur er í ella okkurt annað er áfatt. Í bingjunum eru millum annað súrevnisfløskur og útgerð til fyrstuhjálp, greiðir hann frá.

 

Spennisbroytilin var um hálvan metur høgur og 60 centimetrar breiður, og stóð ikki næhendis øðrum tólum ella ørðum eldfimum tilfari. Tí vóru menn alla tíðina greiðir yvir, at vandi ikki var fyri nøkrum stórum eldi. Men nógvi roykur vandamikil roykur stóðst tó av eldinum, orsakað av, at tað var isolatiónin í spennisbroytilinum, ið brendi.

 

 

 

Seinkaði arbeiðinum

 

Eldsbrunin mánakvøldið seinkaði arbeiðinum í tunlinum umleið eitt hálvt døgn. Spennisbroytilin oyðilegðist av eldinum, og tí fór streymurin inni í tunlinum.

 

Men NCC hevði ein annan spennisbroytil standandi kláran Leynamegin. Hesin varð fluttur vestur um sundið týsmorgunin og settur til, so arbeiðið kundi byrja aftur.