Eldsbruni í Stockholm kravt seks mannalív

Minst seks fólk doyðu, og fleiri fingu stóran skaða, tá eldur kom í eina íbúð í Rinkeby har vesturi í Stockholm í gjárkvøldið. Svenska løgreglan sigur, at fimm av teimum deyðu eru børn.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong fólk vóru í íbúðini, tá eldurin kyknaði. Tólv aðrar íbúðir eru í húsunum, og fólk fingu alt fyri eitt boð um at fara út.

Håkan Westin hjá løgregluni í Stockholm sigur við svensku tíðindastovuna TT, at fýra av teimum, sum doyðu, sótu eftir øllum at døma føst í einari lyftu og doyðu har av roykeitrarn.

Enn veit eingin, hví eldur kom í íbúðina.