Eldsbruni kanska ásettur

Turkisku myndugleikarnir ætla sær at kanna, um nakar setti eld á, tá níggju fólk doyðu í einum eldsbruna í týska býnum Ludwigshafen sunnudagin. Átta teirra vóru av turkiskum uppruna. Ein kvinna skal hava greitt frá, at hon sá ein mann festa í húsini. Tað sama hendi fyri einum ári síðani, men ta ferðina bleiv eldurin sløktur. Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, segði í gjár, at turkisku myndugleikarnir vilja hava málið kannað sum skjótast. Hann segði seg vóna, at talan var um ein vanligan eldsbruna og ikki fíggindasinnaðan ágang ímóti fólki av fremmandum uppruna.