Eldsbruni gjørdi enda á makrelveiðuni

Reiðarin hjá Eysturbúgvanum upplýsir, at skaðin er avmarkaður, men at skipið má umvælast.

Um sjeytíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at nógvur roykur, ið helst stavaði frá eldi, kom úr Eysturbúgvanum, ið lá við havn á Vestaru bryggju í Havn.


Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og tað gekk bara ein løta áðrenn eldurin varð sløktur.


Bjarki Magnussen er reiðari hjá Eysturbúgvanum, og fyrr í dag var hann umborð og skoðaði skaðan.


- Her stendur hampiliga væl til. Talan var um ein lítlan eldsbruna, og her er eingin skaði av eldi umborð, og lítil roykskaði. Mesti roykurin, ið fólk hava varnast, er frá teimum stoffum, ið skuldu køva eldin.


- Tíbetur lá skipið við bryggju og ongin var í maskinrúminum, tá eldurin kyknaði.
Eysturbúgvin kom á Havnina um middagsleitið, og má nú taka ein steðg frá makrelfiskiskapinum.


- Vit hava verið á makrelveiðu og fiska umleið helvtina av kvotuni. Men nú fara einar tríggjar til fýra vikur til umvælingar av skipinum, so tað verða Vesturbúgvin og Slættaberg, ið fiska restina av kvotuni.