Eldsbruni elvdi til trygdarávaring við Kongressina

Kongressbygningurin í Washington D. C. var stongdur eina løtu fyrr í dag vegna eina »uttanhýsis trygdarhóttan«.

 

Tað vísti seg at vera ein minni eldsbruni í grannalagnum við Kongressina, sum setti eina størri trygdarávaring í gongd.

Eldurin er nú sløktur, og er ikki longur ein hóttan móti almennu trygdini, sigur Secret Service á Twitter.

– Av trygdaráum var kongressbygningurin stongdur eina løtu. Nú er eingin trygdarhóttan móti almenninginum, eru boðini frá Secret Service, sum hevur til uppgávu at vera forsetan og aðarar politiskar leiðarar.

 

/ritzau/