Eldsálir slóða fyri

- Styrkin hjá vágbingum er góða samahaldið - og at fremja ting saman, sigur formaðurin í mentanarnevndini í Vágs kommunu.

- Sera nógv sjálvboði arbeiði er og verður gjørt innan ítróttin í Vági, og soleiðis hevur altíð verið, so leingi eg kann minnast. 

 

Tað sigur Levi Mørk, formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu.

 

- Her er nógv gott komið av skafti millum ár og dag - uttan, at eg skal nevna alt úr rúgvuni. Um so var, hevði eg ikki verið liðugur at ramsað alt upp.

 

Hann vísir á, at vágbingar altíð havt í sær at fáa nógv av skafti og ganga undan innan mong økir.

 

- Her hevur ikki verið hugsað um, hvønn politiskan lit, tú hevur - ella, um onkur kanska var betri enn onkur annar. Arbeiði skal bara gerast til gagn fyri framburðin í bygdini.

 

Levi Mørk heldur, at styrkin hjá vágbingum er góða samahaldið - og at fremja ting saman, og hetta hevur gingið væl. 

 

- Tað er við stórum takksemi til tykkum øll, sum gera hetta megnar arbeiði púra sjálvboðið.

 

Formaðurin í mentanarnevndini heldur, at tá hetta er hugburðurin í Vági, er tað sera lætt hjá kommununi at játta nakrar krónur og aktivera nøkur fólk at fara til verka.

 

- Ja, tit eru so aktiv, at vit í kommuni nóg illa klára at fylgja við. Tit vilja, at her skal henda nakað beinanvegin, og tit vita, at tað ger mun, og tað ger tað so sanniliga eisini.

 

Levi Mørk vísir á, at Vágsbygd blómar á nógvum økjum, hóast langur vegur er á mál. Men, tingini koma so við og við.

 

##med2##

 

- Sum formaður í mentanarnevndini eri eg tykkum ógvuliga takksamur. Tit hava eisini gjørt megnararbeiði í VB-húsinum og eru nú farin í ítóttarhøllina at fríðka um og betra um ljóðviðurskiftini í høllini.

 

Levi Mørk takkar eisini starvsfólkunum á teknisku deild hjá Vágs kommunu, sum hann heldur eru einastandandi góð og gull verd í slíkum virksemi.

 

- Uttan tykkum øll, eingin nevndur og eingin gloymdur, hevði trivnaðurin í Vági verið nógv fátækari, sigur formaðurin í mentanarnevndini, samstundis sum hann takkar øllum fyri øll tey átøk, sum verða framd í kommununi.

 

##med3##