Eitt av virknastu eldrafeløgunum í landinum hevur 30 ár á baki leygardagin, 16. september, tá dagurin verður hildin við stórari veitslu í hugnaliga Skótahúsinum við Løkin í Runavík.
Eldrafelagið Nón, sum eigur egin høli í Torvgøtu 2 í Saltangará, skipar regluliga fyri hugnaløtum við práti, sangi, tónleiki og ymiskum frásagnum og framløgum - til gamans og álvara.
Í kjallarahæddini er dagtilhald, sum er opið hvønn seinnapart frá og við mánadegi til og við hósdag, og í húsunum hjá Nón verður eisini spælt sjavs og skipað fyri bingotiltøkum.
Tað eru eldsálir, sum hesi 30 árini hava borið Eldrafelagið Nón fram á leið og hava tikið tey tøk, sum eru tikin - ikki minst, tá felagið gjørdi íløguna í felagshúsini í Saltangará.
Nú felagið hevur 30 ár á baki leygardagin, 16. september, verður dagurin hildin við einum braki av einari veitslu, sum byrjar í Skótahúsinum við Løkin klokkan 19.
Á veitsluni verður Hilmar Jan Hansen borðstjóri, og tað verða Símun, Jónsvein og Atli, sum fara at spæla undir til sangin, sum verður á veitslukvøldinum.
Forkvinna í Eldrafelagnum Nón í dag er Laura Olsen í Rituvík. Hon sigur, at felagið eisini ger nógv fyri at ferðast við limunum, bæði heima og úti.
- Vit hava gjørt nógvar uttanlandsferðir, og í summar vóru vit á Kreta. Vit hava ferðast bæði undir suðurstjørnum og í okkara grannalondum.
Laura Olsen sigur, at onkur ár hava limirnir í Eldrafelagnum Nón gjørt tvær uttanlandsferðir, og tað er eisini komið fyri, at nøkur hava verið í heitari londum - og onnur í okkara grannalondum.











