Nýggj og betri batterítøkni kann hava við sær at í kappingini um framtíðar bilar, fara eldrivnir bilar at yvirhála teir brintdrivnu bilarnar. I mong ár hevur tað sæð út til at brint fór at blíva framtíðarinnar brennievni til bilar, men nú er ikki víst at tað verður soleiðis, siga granskarar á Max Planck Institut í Týsklandi.
Orsøkin eru tey sera stóru framstigini innan menningina av battaríum.
Sum tað sær út í løtuni, eru tað elbilar við lithium-ion-battaríum, ið verða tann besta loysnin, eisini frá einum umhvørvisverndar sjónarmiði, siga týsku granskararnir á Max Planck Institut, sum er ein av heimsins leiðandi stovnum innan vísund og gransking í nýggjari teknologi.