Vit noyðast at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús niðri í miðbýnum og aðrastaðir við í Tórshavn. Vit hava mong dømir um, at eldri hús vera tikin niður ella broytt frá uppruna skapinum. Hetta er til deils í ordan, um húsini eru í sera ringum standi osv, men vit mugu fáa skipaði viðurskifti á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan.
At broyta hetta krevst, at tað verður gjørt ein serstakør byggisamtykt fyri eldri og síðsøgulig sethús, útfrá tí almennu byggisamtyktini. Hetta stig má takast. Tí byggideildin fær oftani umsóknir um, entin at eldri sethús skulu rívast niður, ella umskapast frá uppruna ætlanini. Ella er umsóknin komin upp á at nýggj sethús skulu byggjast ístaðin.
Sjálvsagt skulu vit byggja nýtt og hava handilsgøtur, handilbygningar, ein skapandi og livandi bý. Tað hoyrur jú til ein bý. Men, tað skal vera eitt mark fyri, hvat vit loyvað fólkið at gera. Serliga tá ið talan er um menturnarlig hús, sethús og siðsøguligar bygningar.
Mær dámar eisini væl, at vit fletta okkara sethúsamentan við tað nýggja. Men vit hava alt ov nógv dømir um, at góð gomul og siðsøgulig sethús vera rivin niður, og vit kunnu einki gera. Loysnin er, at gera eina serstaka byggisamtykt, men vit skulu eisni hava meiriluta fyri hesum.
Ein máti, at loysa hetta uppá, er at t.d. at hava sama leist sum gomlu sethúsini úti á Reyni hava. Har tað áleggur fólkum at varðveita eldri húsini í upprúna skapi við atliti til siðsøgu, mentan, og byggilist.
Hetta er kanska eisini í seinastu løtu, um miðbýurin og gomlu býarpartarnir ikki skulu doyggja heilt út, soleiðis sum vit síggja tað nógva staðni í miðbýnum í dag. Sjálvandi skulu vit í samráð við fólkini sum eiga og varða av hesum húsum um okkara ætlanir, og tey skulu hoyrast.
Men eitt er vist, og tað er, at vit noyðast at varðveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist. Hetta kann gerast við einari serstakari heildarætlan yvir øll gomul sethús, ella fyri nakrar ávísar gøtur, t.d. í Trondargøtu ella aðrastaðni. Hetta uppskotið havi eg arbeitt við leingi, og tað er mín vón, at hol kemur á hesa ætlan í 2013.










