Eldri roykjarar eru tvørast

Talið á roykjarum fellir, men í Danmark vísir kanning, at fólk í 50?unum í stóran mun halda fram við at roykja Hetta vísir nýggj kanning hjá danska Krabbameinsfelagnum, Heilsuráðnum og tveimum øðrum sjúklingafelagsskapum, skrivar DR.

Fólk í aldrinum frá 50 til 59 ár skilja seg burtur úr rúgvuni, tí ein triðingur av teimum roykja framvegis, meðan talið er lægri og minkandi í hinum aldursbólkunum.

- Tað er júst hesin aldursbólkurin, sum fær sjúkurnar, ið standast av royking, og tað kostar bæði tí einstaka og samfelagnum, sigur Charlotte Fuglsang, stjóri fyri Lungnafelagið, við DR.

Hon mælir til nýggj átøk, sum venda sær móti teimum eldru roykjarum.