Eldri maður í ferðsluóhappi í kvøld

Stutt eftir klokkan 19.00 í kvøld fekk løgreglan fráboðan um, at eitt lítið ferðsluóhapp hevði verið í vesturbýnum í Havn. Løgreglan var skjót á staðið og sendu somuleiðis ein sjúkrabil til bilin. Talan var um ein bil við einum einsamallur førara. Førarin var ein eldri maður. 

 

 

Maðurin er farin á Landssjúkrahúsið, men støðan er ikki álvarsom, tó maðurin nú er til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at óhappið hendi á krossinum Dalavegur/Dalakrókur. Løgreglan sigur, at tey vita ikki júst hvar bilurin er komin frá, men tað, sum hildið verður er, at maðurin kom frá Dalakróki, og hevur síðani snara út á Dalavegin, og rent beint inn í ein grótgarð. Vitni vóru á staðnum, men eingin sá júst hvar hann kom frá. Bilurin skuldi flytast beinan vegin og tí hevur verið nakað av útrykningi og arbeiði í Havn í kvøld, sum hevur verið sera sjónligt í myrkrinum.