Eldri lætna áðrenn alzheimersjúkuna

At eldri fólk uttan orsøk fara niður í vekt, kann vera eitt tekin um at alzheimersjúka er á veg, vísir ein amerikonsk kanning, sum samstundis vísir at sjúkan leggur á tann partin av heilanum, sum t.d. stýrir matarlystinum.

Tað at persónurin lætnar, kann koma fleiri ár áðrenn minnið ávirkast av sjúkuni. Granskararnir gera samstundis vart við, at hóast kanningin er sera áhugaverd, er hon ikki heilt liðug enn.

Tað eru granskarar við Rush University Medical Center í Chicago, ið byggja hesa teoriina á eina kanning av 820 rómversk-katólskum prestum, nunnum og munkum, ið vóru 75 ár og eldri. Granskararnir fylgdu luttakarunum í upp til 10 ár. Tey sum mistu mest vekt, høvdu 35 prosent størri sannlíkindi fyri at fáa alsheimersjúkuna, enn tey ið høvdu støðuga vekt.

Úrslitið undirstrikar møguleikan fyri, at sjúkan leggur á teir partar av heilanum, sum eru við í stýringini av tí sum vit eta og stoffskiftinum. Seinni ávirkast eisini minnið.

Tá kanningin byrjaði, høvdu luttakararnir eitt BMI upp á 27,4 (hetta verður roknað sum yvirvekt). Eingir av luttakarunum hevði diagnosuna alzheimersjúka, tá kanningin byrjaði, men tá kanningin var liðug, høvdu 151 av teimum 820 persónunum fingið sjúkuna.

Tað er annars vanligt, at eldri persónar fara niður í vekt, tí at bein- og vøddamassin verður minni. Men granskararnir tóku eisini hesar faktorar við í kanningina umframt aldur, kroniskar sjúkur og kyn. Hetta ávirkaði als ikki úrslitið, sum varð almannkunngjørt í tíðarritinum Neurology.

Kelda: mozon.no