Eldri fáa tannlæknaviðgerð á staðnum

Roðin, sum er eldrasamstarvið við Skálafjørðin, hevur ognað sær eina flytbara tannviðgerðareind.

Roðin, sum er eldrasamstarvið við Skálafjørðin, hevur ognað sær eina flytbara tannviðgerðareind. Henda íløga ger, at tannlæknaviðgerðir nú kunnu fremjast á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík og somuleiðis á sambýlunum, sum Roðin hevur ábyrgdina av, nevnliga á Vesturskin á Toftum og Sjóvarlon á Strondum.

 

Tordur J. Niclasen, leiðari, sigur, at við mobilu tannviðgerðareindini er møguleiki eisini skaptur fyri, at pensjónistar, sum búgva heima og hava trupult við at fara av húsum, kunnu fáa tannlæknaviðgerð heima hjá sær sjálvum.

 

- Hetta er eitt stórt frambrot innan ta miðvísu tænastu, sum Roðin ynskir at veita sínum viðskiftafólki. Ein slík mobil eind ger tað møguligt hjá tannlækna og tannrøktara at koma út á stovnarnar at gera fyribyrgjandi arbeiði og ávísar viðgerðir, sigur leiðarin fyri eldrasamstarvinum við Skálafjørðin.

 

Hann vísir á, at fleiri og fleiri av teimum, sum koma at búgva á røktarheimum og sambýlum, hava sínar egnu tenn og sum framhaldandi krevja eftirlit og viðgerð. Við hesum átaki er møguleikin at fremja fyribyrgjandi arbeiði nú munandi betraður.

 

- Tað, at útgerðin er á staðnum - og kann flytast frá staði til stað - kemur at lætta um hjá búfólki, sum sleppa frá at fara á tannlæknastovu. Eisini kemur tað at lætta um hjá starvsfólki, sum sleppa frá at fara út úr húsinum, tá eitt búfólk skal til tannlækna ella tannrøktara. Fyri avvarðandi kemur hetta eisini at hava týdning, sigur Tordur J. Niclasen.