93 ára gamli fyrrverandi forsetin í USA, George H. W. Bush hevur tað gott og gleðir seg at koma heim, upplýsir talsmaður hansara.
Tann fyrrverandi forsetin, George H. W. Bush var í gjár skrivaður út av Houston Methodist Hospital. Tað upplýsir talsmaður fyri familjuna.
– Læknar hansara siga, at hann hevu tað gott og er glaður fyri at koma heimaftur, sigur talsmaðurin Jim McGrath í eini fráboðan.
93 ára gamli Bush hevur verið innlagdur í næstan tvær vikur við infektión, sum hevði spreitt seg til blóðið.
George H. W. Bush varð innlagdur slakar tvær vikur eftir at konan, Barbara Bush, doyði. 93 ára gamla fyrrverandi fyrstadaman doyði 17. apríl eftir eina longri sjúkralegu.
Tey vóru gift í 73 ár.
George H. W. Bush var innlagdur á sama sjúkrahúsi í Houston fyri umleið einum ári síðani við lungnabruna.
Bush hevur eitt slag av Parkinsons sjúku, sum bara ávirkar niðara partin av kroppinum. Hann situr tí í koyristóli.
Bush er tann elsti núlivandi fyrrverandi forsetin í USA. Hann var forseti í landinum í eitt valskeið frá 1989-1993.
Hann er pápi fyrrverandi forsetan George W. Bush, sum var amerikanskur forseti í tvey valskeið frá 2001 til 2009. Hann er eisini pápi fyrrverandi Florida-guvernørin, Jeb Bush, sum uttan eydnu royndi at gerast republikanskt forsetavalevni til forsetavalið í 2016.
Barbara Bush er tann einasta kvinnan, sum hevur nátt at sæð bæði mann sín og son sín verða tiknan í eið sum forseta í USA.
/ritzau/Reuters









