Eldri beiggin settur í varðhald

Ein dómari í París hevur fyrrapartin gjørt av at varðhaldsfongsla tann 29 ára gamla Abdelkader Merah, sum verður settur í samband við yvirgangsatsóknirnar, sum 23 ára gamli beiggi hansara, Mohamed Merah, framdi. Dómarin hevur sostatt lurtað eftir ákæruvaldinum.

Mohamed Merah (myndin) fall í skotbardaga við fronsku løgregluna hósdagin, eftir at løgreglumenn og servandir hermenn høvdu kringsett íbúð hansara í meiri enn 30 tímar. Áðrenn hann bleiv avdúkaður, hevði hann skotið tríggjar hermenn, ein lærara og trý børn í tveimum atsóknum.

Franska ákæruvaldið sigur, at løgreglan hevur funnið spreingievni í bilinum hjá Abdelkader Merah. Hann bleiv tikin saman við unnustu síni og mammu síni, men tær báðar eru seinni latnar leysar. Sambært ákæruvaldinum hevur Abdelkader Merah sagt, at hann er stoltur av beiggjanum, men hann avsannar, at hann hjálpti honum.

Løgreglan heldur harafturímóti uppá, at Abdelkader Merah hevur sagt, at hann var saman við beiggjanum, tá hesin stjól motorsúkluna, sum hann brúkti í báðum atsóknunum.