Eldratelefonin skjótt veruleiki

Eftir summarfrítíðina fáa tey gomlu og eldru í Norðoyggjum eina telefon tey kunnu ringja inn til, um tey hava eitthvørt uppá hjartað

Barnabati hevur eina telefontænastu, børn og ung kunnu ringja inn til, um tey hava eitthvørt uppá hjarta. Nú fáa eldri norðoyingar sama tilboð. Tað eru eldri kvinnur í Klaksvík, sum hava tikið stig til eldratelefonina.

- Hesar kvinnurnar eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri, at tær taka stig til eitt slíkt tiltak uttan samsýning í hesum døgum, alt verður roknað í pengum, sigur Jógvan Lützen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð.

Eldratelefonin verður skipað við fimm sjálvbodnum fakfólkum og eldri fólki, ið sita við telefonina í tveir tímar. Fólk kunnu ringja inn uttan at siga, hvørji tey eru. Og einki mark er fyri, hvat tey kunnu ringja inn um. Hava tey spurningar um eitthvørt, ein trupulleika ella ein fyrispurning, kunnu tey fáa góða og skjóta hjálp. Ella tey kunnu biðja um eina og hvørja tænastu, so sum at fáa ein vitjunarvin, ella um tey hava bara hug til at lætta hjartað eina løtu.

Klaksvíkar kommuna rindar tað, sum tænastan kostar.


Góður í ráðum

Klaksvíkar kommuna hevur sett ein arbeiðsbólk í sambandi við, at eldraár er í ár. Í bólkinum eru umboð fyri Ellis- og Røktarheimið, Vistarheimið, sambýlið í Bøgøtu, Dagtilhaldið, pensjónistafelagið Hugna, Almanna- og heilsumálastýrið, og Klaksvíkar kommunu. Formaður í nevndini er formaðurin í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð.

Ein áhugabólkur til frama fyri tey gomlu er eisini settur á stovn í Klakvík. Umboðini í bólkinum eru fyri somu stovnar og feløg sum nevnt, og uppgávan hjá hesum bólkinum er savna pengar inn til frama fyri tey eldru í norðoyggjum og annars at vera góður í ráðum, tá ið tað snýr seg um viðurskifti hjá teim eldru.