Í leygardagsblaðnum skrivaðu vit um eldratelefonina í Klaksvík. Í greinini stóð, at øll eldri í Norðoyggjum kunnu ringja til eldratelefonina. Hetta er ikki rætt, tí eldratelefonin er nevniliga fyri øll eldri í Føroyum.
Ert tú pensjónist og hevur eitthvørt, tú kundi hugsað tær at práta við onkran um, ber til at ringa til eldratelefonina í Klaksvík hvønn mánadag millum klokkan 16 og 18. Nummarið hjá eldratelefonini er 211999.