Eldrasambýlið, ið kommunan fór undir fyrst í 2013, er hesa vikuna reist og innilokað. Ætlanin er, at tað skal verða liðugt síðst í hesum árinum.
Tað fyrsta kommunan gjørdi, eftir at tað varð samtykt at fara undir hesa verkætlan, var at kannað eftir, hvussu tað sá út á øðrum sambýlum runt í Føroyum. Niðurstøðan hjá teimum var, at tað besta og hugnaligasta heimi, eftir teirra tykki, var Giljagarður í Leirvík.
Heimið er ikki so stórt og ógvusligt, men hugnaligt at verða í, og so liggur tað mitt í bygdini, sigur Arthur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, ið heldur tað verða sera umráðandi at byggja eitt sambýli, ið er tætt við alt annað í bygdini, so at tað hvørki er langt at fara frá, ella koma til.
Eftir at tað varð avgjørt at kommunan fór at byggja eitt eldrasambýli, líknandi Giljagarði í Leirvík, setti tey seg í samband við Eysturkommunu, og fingu tekningarnar av sambýlinum frá teimum.
Fyri at tað skuldi ganga so skjótt sum gjørligt at byggja, varð avgjørt, at fáa onkran at átaka sær byggiuppgávuna fyri kommununa. Tí settu tey seg í samband við Norðsetur í Hvalvík, og tey vóru beinanvegin áhugaði í, at fara undir hesa verkætlanina.
Vit hava gjørt nakrar smávegis broytingar, og hava vent bygninginum eitt sindur øðrvísi, men hetta er gjørt av tí at landslagi hjá okkum er øðrvísi. Í høvuðsheitinum er tað tó sama hús, sigur Arthur.
Tað hevur ikki tikið serliga leingi at fáa sambýli upp, tí fyrsti spakin var settur í í januar í ár, og eftir ætlan verður heimið liðugt áðrenn 2015.
Tað var ein av teimum eldru borgarunum í kommununi, Georg Abrahamsen, ið er 90 ára gamal, ið setti fyrsta spakan í, sigur Arthur.
Á sambýlinum verða 10 búpláss, og tað er somikið langur bíðilisti eftir at sleppa á sambýli, at tað ikki verður gjørligt at nøkta øllum tørvinum. Arthur leggur afturat, at hetta sambýli bert er eitt stig í einari størri ætlan.
- í løtuni arbeiða vit við einari verkætlan um at gera sjey íbúðir, og av hesum er ætlanin at tríggjar skulu verða nýttar sum eldraíbúðir, ímeðan hinar eru ætlaðar familjum og ungum, sigur Arthur.