Í Eysturoy eru fimm eldrasambýli, og nú eru leiðarar settir á øllum fimm Sunniva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur, er sett sum deildarleiðari á Giljagarði í Leirvík, og harvið hava tey fimm eldrasambýlini í Eysturoy fingið egnar leiðarar.
Higartil hevur eingin leiðari verið á eldrasambýlunum burturav, og hava eldrasambýlini sostatt verið undir økisleiðaranum. Allir deildarleiðararnir eru sjúkrartøktarfrøðingar, og størvini eru normerað til 20 tímar um vikuna, skrivar heimasíðan hjá Leirvíkar kommunu.
Sunniva á Lakjuni hevur áður arbeitt á Giljagarði og tikið sær av leiðandi uppgávum.