Eldrasambýlið liðugt til heystar

Gongst, sum Leirvíkar kommuna ætlar, stendur eldrasambýlið, sum bygt verður við Ranggil í bygdini, liðugt til heystar

Eldrarøkt

Eldrasambýlið, sum Leirvíkar kommuna letur byggja, er nú komið so væl áleiðis, at sambýlið stendur liðugt til heystar.
Á kommunuskrivstovuni í Leirvík siga tey, at ætlanin er at taka sambýlið í nýtslu fyrst í september.
Tað eru nøkur ár, síðan kommunan setti skjøtil á at fáa bygt eitt eldrasambýli í bygdini, og í hesum sambandi er peningur settur á fíggjarætlanina hjá kommununi seinastu árini.
Sakaris Guldbro, byggifrøðingur, sum starvast hjá Leirvíkar kommunu, hevur teknað sambýlið og teir, ið standa fyri arbeiðinum, er Norðhús í Kunoy.

10 búpláss

Leirvíkingar lata væl at gongdini, síðan byggingin byrjaði, og nú líður so móti endanum við hesi stóru verkætlanini hjá kommununi.
Í eldrasambýlinum í Leirvík verður pláss fyri 10 búfólkum.
Tað er Heimarøktin, sum umsitir eldrasambýlini, men ætlanin hjá leirvíkingum er sjálvsagt, at heimið í fyrsta lagi skal hýsa eldri og óhjálpnum í bygdini, sum ikki kunnu vera heima.
Í eldrasambýlinum við Ranggil verður bað og wc knýtt at hvørjum kamari, og í sambýlinum annars verða felagshøli, køkur, goymsla og annað.
Í Leirvíkar kommunu fegnast tey um, at arbeiðið nú er komið so væl áleiðis, at sambýlið kann takast í nýtslu til heystar.