Eldrasambýlið í Gøtu liðugt í heyst

- Vit hava fingið játtan til 10 búfólk, men enn vantar okkum játtanina til tey seinastu seks fólkini, sum væntandi flyta inn komandi ár, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri

Eldrarøkt

Eldrasambýlið, sum Gøtu kommuna letur byggja í Norðragøtu, verður einar tveir mánaðir seinni liðugt enn sambýlini, sum bygd verða í Leirvík og á Toftum.
Haldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu, sigur, at nú líður hampiliga væl við arbeiðinum, og hon væntar, at heimið stendur liðugt 1. November í ár, sum er eitt lítið sindur seinni enn upprunaliga ætlað.
- Tað er soleiðis, at tá ið kommunur byggja eldrasambýlir, rindar landið 50.000 krónur av íløguni fyri hvørt búfólk. Higartil hava vit bert fingið játtan til tey fyrstu 10 plássini, men vit vænta, at játtanin til tey seks plássini, ið eftir eru, kemur uppá pláss til komandi ár, sigur hon.
Tá ið eldrasambýlið í Gøtu ætlandi letur upp, 1. november í ár, flyta í fyrsta lagi 10 búfólk inn.
- Men alt verður gjørt liðugt í einum, og tískil verður eisini gjørt klárt til tey seks fólkini, sum seinni skulu flyta inn í niðaru hæddini, sigur borgarstjórin.
Tað er eitt stórt tak hjá kommununum at byggja slík sambýlir, tá ið landið rindar ein so lutfalsliga lítlan part av íløguni.
Haldóra sigur, at tá ið ellisheim verða bygd, rindar landið hálva miljón av íløguni fyri hvørt búfólk, men bert 50.000 krónur, tá ið talan er um eldrasambýlir.
- Hetta er ein velduga stórur munur, hóast funktiónirnar á einum eldrasambýli og einum ellisheimi ikki eru so ólíkar.

Alt útboðið

Øll byggingin av eldrasambýlinum í Gøtu hevur verið útboðin.
JHR tók sær av útgrevstrinum og betongarbeiðinum, Búsetur ger timburarbeiði, Rók-El hevur el-arbeiði, Sofus Jacobsen hita-og sanitet, Anskar Hansen máling, og Profa hevur gólválegging.
Gøtu kommuna ætlar, at alt húsið og økið uttan um skal verða liðugt, tá ið eldrasambýlið verður tikið í nýtslu.
Zacharias Jacobsen í Syðrugøtu hevur soleiðis átikið sær at snøgga økið uttan um.
Eldrasambýlið í Gøtu fer væntandi at kosta einar 16 miljónir krónur, tá ið tað verður tikið í nýtslu seinni í heyst.