Eldraráðið í Norðoyggjum mannað uttan val

Tá freistin at stilla upp til Eldraráðið í Norðoyggjum var farin, vóru tað eins nógv uppstillað, ið skulu til fyri at manna Eldraráðið. Tí hevur sitandi ráð tikið støðu til, at tey uppstillaðu verða vald í Eldraráðið uttan nakað val, sum eftir ætlan skuldi vera 12. novembe

Orsøkin, til at hetta letur seg gera, er, at Eldraráðið skipar seg sjálvt, og atkvøðutalið hevur onga ávirkan á, hvussu Eldraráðið verður skipað.

 

Tey, sum manna nýggja Eldraráðið, eru hesi:

 

Fyri Klaksvíkar kommunu: Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø, Hanus Poulsen og Steinbjørn O. Jacobsen

Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen

Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð

Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen

Fugloyar kommunu: eingin valdur

 

Nýggja Eldraráðið tekur við 1. januar 2025.